Mentanarnátt 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ársins mentanarnátt verður 1. juni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.05.2018 - 12:02

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Síðani mentanarnáttin varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur hon ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og tí verður hon eisini rópt "lítla ólavsøka". Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum.

Í ár verður Mentanarnáttin fríggjakvøldið 1. juni, skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi. Visit Tórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnáttini.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið. Nógvur livandi tónleikur sermerkir eisini mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Skráin fyri mentanarnáttina í ár kemur seinni, sigur Visit Tórshavn.