Ársins regatta verður 6. til 8. juli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

14.06.2018 - 11:51

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Tórshavnar kommuna boðar frá, at ársins regatta verður 6.-8. juli.

Regattain í ár byrjar við, at Dragin fer úr Klaksvík, Johanna úr Vági og Westward Ho og Norðlýsið av Havnini, og so hittast sluppirnar í Vestmanna, har nógv tiltøk verða fyri bæði børn og vaksin.

Leygarmorgunin 8. juli fer regattaflotin av Vestmanna til Havnar, har borgarstjórin tekur ímóti og hópur av tiltøkum verða. Nógvur harmonikutónleikur verður og bæði í Vestmanna og í Havn eru skipini opin fyri almenninginum.

Sunnudagin seinnapartin fer regattaflotin heimaftur. Ferðafólk kunnu sigla við allar teinar. Ferðaseðlar fáast í Kunningarstovunum, www.atgongumerki.fo og umborð.

Endamálið við Felagnum Føroysk Træseglskip er at virka fyri, at eldri træseglskip – eldri enn 50 ár, - sum hava serstakt siðsøguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við í framtíðini – verða varðveitt. Hesi skip eru í veruleikanum siðsøguligi mentanararvurin hjá okkum, og eru flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum.

Fulla skráin fyri ársins regatta verður kunngjørd seinni, skrivar Tórshavnar kommuna.