(Mynd: Tróndur Dalsgarð)

Ársins songkvinna er Lena Anderssen

Sverri Egholm

11.03.2017 - 21:53

Mentan > Mentan > Tónleikur

Stóri vinnarin á FMA í kvøld má sigast at vera Lena Anderssen, sum hevur vunnið ársins útgávu, ársins húsa og nú eisini fekk virðislønina sum ársins songkvinna.

- Tað var ikki fyrr enn eg bleiv eitt sindur eldri, at eg segði, at eg vil syngja. Ikki fyrr enn eg kom til Føroyar lat pallurin seg upp, og eg slapp at uppdaga, at hetta var nakað man kundi gera. Tað eri eg takksom fyri, segði Lena Anderssen.

Tær tilnevndu eru:
Guðrið Hansdóttir
Jenny Augustudóttir Kragesteen
Jóhanna Norðberg Niclasen
Konni Kass
Lena Anderssen