Ernst Wiggo Sandbakk

Ársins tónleikakapping verður hildin um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.04.2018 - 11:46

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Ársins tónleikakapping verður hildin um vikuskiftið, tá 17 bólkar og einstaklingar fara at kappast í Stella Polaris/SEMENT 2018 kappingini.

Kappingin er skipað við undankappingum og einari finalu. Undankappingarnar verða hóskvøldið og fríggjakvøldið 12 og 13 apríl í Reinsaríinum. Dyrnar lata upp kl. 18.30 og kappingin byrjar kl. 19.00.

Fimm dómarar eru valdir at meta um avrikini hjá luttakandi bólkum í Stella Polaris/SEMENT 2018, og hesir velja í mesta lagið 6 luttakarar at taka lut í finaluni.

Høvuðsdómarin eitur Ernst Wiggo Sandbakk og er úr Noreg. Dagliga undirvísir hann á musikkskonservatorienum í Trondheimi umframt at hann er lektari á musikkonservatorienum í Tromsø. Hann er someuleiðis eisini dagligur leiðari fyri jazzfestivalin í Trondheimi.

Hinir fýra dómararnir eru Maria Guttesen, Arnold Ludvig, Teitur Lasen og Solveig Hanusardóttir Olsen.

Stóra finalan verður leygarkvøldið 14. apríl í Reinsaríinum og byrjar kl. 19.00.

Umframt vinningarnar, koma eisini umboð frá ymiskum festivalum í Føroyum at velja sær út bólkar/einstaklingar, sum tey fara at bjóða at upptraðka á festivalunum.

Atgongumerkir til Stella Polaris/SEMENT fáast við dyrnar, og kosta 100 kr. Atgongumerkið er galdandi fyri allar dagarnar.

Tað er Musikkskúlanevndin í Tórshavnar Kommunu, sum er fyriskipari av kappingini saman við tónleikakappingini SEMENT.

Betri stuðlar Stella Polaris/SEMENT