Erik Ernesto Nielsen skal nú royna seg sum hjálparavenjara í Kolding IF (Mynd: Norðlýsið)

Ársins venjari hjá kvinnum fingið venjarastarv í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 20:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Erik Ernesto Nielsen er nýggjur hálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Kolding IF, ið spælir í triðbestu donsku deildini. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld.

Erik Nielsen, ið er føddur í Argentina, var í fjør venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá EBS/Skála, ið vann greipina í 1.deild hjá kvinnum. Hann var eftir kappingarárið valdur til ársins venjara. 

Eftir kappingarárið flutti hann og familjan av landinum, og nú hevur Erik fingið nýtt spennandi starv innan fótbóltin. Erik sigur við Norðlýsið, at hann fegnast um møguleikan, sum hann lýsir sum krevjandi og spennandi. 

Erik Nielsen búði í Føroyum í 10 ár, har hann vandi kvinnurnar hjá KÍ og hjá ÍF/Víkingi, áðrenn hann førdi EBS/Skála til søguligu sigrarnar í fjør. Erik var eisini venjari hjá 1.deild monnum hjá KÍ í tvey ár, og hann vandi eisini U18-dreingirnar, ið vunnu steypakappingina í 2013. Í seinnu hálvu í 2014 var hann hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í Klaksvík

Sáttmálin millum Erik og Kolding IF er galdandi fyri restina av kappingarárinum.