Mikel Arteta (Mynd: EPA)

Arteta fær eitt ár afturat í Arsenal

Ingi Samuelsen

08.07.2015 - 18:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Arsenal hevur longt sáttmálan við liðskiparan, Mikel Arteta, so at hann verður verandi á Emirates fram til summarið 2017.

Mikel Arteta hevur ikki spælt nógv í seinastuni orsaka av skaðum, men tað hevur ikki forðað fyri eini leinging av sáttmálanum.

- Hann er ein av leiðarunum á liðnum. Eg rokni við, at hann kann geva okkum meira, enn hann hevur givið hetta seinasta kappingarárið. Vit hava brúk fyri hansara royndum, vilja og góðsku, og tí verður hann ein týðandi leikari hjá okkum komandi leikár, sigur Arsene Wenger við heimasíðuna hjá Arsenal.

33 ára gamli spaniólin kom til Arsenal úr Everton í 2011.

Ein annar leikari í Premier League, ið hevur longt sáttmálan, er Jonjo Shelvey hjá Swansea. Hann hevði tvey ár eftir av sáttmálanum, men nú hevur hann longt við walisiska felagið fram til summarið 2019.

Seinasta kappingarár spældi Shelvey 35 dystir fyri Swansea og skoraði trý mál. Hann kom til felagið úr Liverpool í 2013.