Artic Viking (Mynd: Jn.fo)

Artic Viking: - Russar hava givið okkum fótin í afturpartin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

16.02.2017 - 23:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Kollfirðingurin, Bjarni Petersen, sum er skipari á rækjuskipinum Artic Viking letur í skrivi á Jn.fo illa at viðurskiftunum hjá føroyskum rækjuskipum. Tey eiga nógva kvotu í russiskum sjógvi, men russar loyva ikki føroysku skipunum at veiða sína kvotu, sigur Bjarni Petersen.

- Vit hava bert kunna hugt yvirum til Russisku greinsuna har vit eiga nógva kvotu, men av einari løgnari Russiskari avgerð kunnu vit als ikki fiska har, men bara Russisk rækjuskip. Hetta er ímóti allari vanligari sínamillum avtalu, hvar man, mær vitandi, ikki gevur sær sjálvum annan rætt enn samstarvspartnarin, sigur bersøgni skiparin.

Hann vísir millum annað á, at áhugin hjá russum er nýliga íkomin, tí onki russiskt rækjuskip hevur verið nær námind hasari leiðini í fleiri ár, og brádliga eru heili seks av teimum á leiðini.

Hann leggur afturat, at tað vanliga er rættuliga gott fiskarí á leiðini.

Bjarni Petersen fýlist eisini á, at russisk svartkjaftaskip nærum kunnu gera sum teimum lystir undir Føroyum, har als ongar tekniskar forðingar eru. Til dømis eru als ongi tjekkpunkt, og ongin tykist fylgja við, hvat gongur fyri seg. Tað heldur føroyski skiparin vera ov galið.

- Eg veit ikki um okkara mynduleikar royna at loysa henda spurning, eg hoyri so hvørki orð ella eið. Samgongan er nokk meir upptikin í ørvitisprosjektinum "uppboðsøla", sigur Bjarni Petersen, skipari á rækjuskipinum, Artic Viking.