Asbjørn kom í gjár til Skagen við 750 tonsum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

13.09.2017 - 17:58

> Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóarskipið , Asbjørn úr Hirtshals, kom í gjár til Skagen, har teir skuldu landa sild.

Upplýst verður, at túrurin er farin við nógvari leiting. Fyrst byrjaðu teir at fiskað við Turbo Bank, síðan Østbank og endaðu so á Fladen.

Asbjørn hevur 750 tons av sild, som teir landa í Skagen. Sildin liggur um 210 gramm.

So skjótt Asbjørn hevur landað, verður fari nýggjan túr.

Við Asbjørn hendan túrin vóru 8 mans, harav 6 føroyingar. Skipari er Hildibjartur Olsen úr Vestmanna.