Savnsmynd: Christian Jensen - Skibsarkivet

Asbjørn landar svartkjaft í Skagen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

21.03.2018 - 20:53

> Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn úr Hirtshals landar í dag í Skagen.

Asbjørn hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir landa 2f00 tons av svartkjafti til FF Skagen, sum teir fingu í 5 tovum.

Tá ið Asbjørn hevur landað og skift manning, verður fari aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi.

Asbjørn hevur størstu donsku kvotuna eftir svartkjafti, sum er 18.000 tons, og teir hava kvotu nokk eftir til tveir túrar aftrat.

Tá ið teir hava fiskað svartkjaftin, verður farið til fiskiskap eftir nebbasild.