(Mynd: FSF)

Landsliðsvenjing í Budapest

Ingi Samuelsen

06.10.2015 - 14:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska A-landsliðið saman við umleið 40 áskoðarum eru komin til ungverska høvuðsstaðin Budapest í øllum góðum. Hóskvøldið er dysturin móti Ungarn á skánni á Groupama Aréna.

Í dag hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eina venjing í Ungarn. Stóri spurningurin er sjálvandi, hvussu miðvøllurin skal mannast, nú tríggir av stuðulsleikarunum á miðjuni hava leikbann til Ungarn-dystin.

EM-undankappingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður hóskvøldið, 8. oktober, klokkan 19:45, føroyska tíð.

Les eisini: Áskoðarar sleppa við hóast alt