Áskoðari tveitti piss eftir Chris Froome

Høgni Midjord

19.07.2015 - 15:46

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Síðan 6 rundu av ársins Tour de France, hevur Chris Froome verið á odda í kappingini.

Ávegis úr Rodez til Mende, varð maðurin í gul troyggjuni enn meiri gulur. Ein áskoðari tveitti piss á Froome, og tá ið hann kom á mál, var tað týðiligt, at hann var merktur av hendingini.

- Eftir einar 55 km av teininum, var tað ein áskoðari, ið kastaði ein kopp av pissi eftir mær og róptoo “doping”. Hetta er sera skuffandi, at tílíkt kann henda, og tað hoyrir als ongastaðni heima, segði ein sera frustreraður Chris Froome.

Chris Froome hevur verið nógv tann besti higartil í ár, og av tí hann súkklar væl betri enn aðrir hava gjørt undanfarin ár, ið eru testaðir positivt fyri doping, er eisini mistanki komin um, at Froome hevur dopa seg.

Hann vil ikki skjóta skyldina beinleiðis á áskoðaran, men á tíðindafólkini kring hemin, ið hava uppøst fólki og stimbra undir, at fólk skulu hava mistankar um, at Froome hevur dopa seg.

Froome megnaði at vinna teinin, tó við harðari mótstøðu frá Nairo Quintana á síðsta pettinum av teininum.