(Mynd: EPA)

Assange: Svøríki sleppur neyðtøkuskuldsetingum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 10:47

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Svenski ríkisákærin hevur tikið avgerð um at sleppa ákærurnar um neyðtøku móti stovnaranum av nettænastuni Wikileaks, Julian Assange.

Harvið hevur Svøríki eisini slept handtøkuboðunum um at fáa fatur á Assange fyri at føra hann fyri rættin.

45 ára gamli Julian Assange hevur síðan 2012 búð inni á sendistovuni hjá Ekvador í London, júst fyri at sleppa undan at verða handtikin.

Hann óttaðist at verða latin til USA, um hann varð sendur til Svørðikis í sambandi við ákæruna um neyðtøku.

USA vil hava fatur á honum fyri at hava latið fleiri hundraðtúsund trúnaðarskjøl frá amerikanska herinum og diplomatisk skjøl.

Julian Assange hevur allatíðina nokta seg sekan í svensku skuldsetingunum um neyðtøku. Fyri hálvum ári síðani vóru kanningarfólk úr Svøríki í London har tey tosaðu við Julian Assange inna á ekvadorisku sendistovuni.

BBC skrivar, at um Assange nú fer av sendistovuni, kann hann møguliga verða handtikin av bretskum myndugleikum og verða útflýggjaður til USA.

Wikileaks skrivaði eftir fráboðanina í dag á Twitter, at sjóneykan nú verður vend móti Stórabretlandi, sum tó ikki hevur váttað um landið hevur fingið boð úr USA um at handtaka Julian Assange.