Mynd: Miss Danmark

Astrið í finaluni um Miss Her&Nu

Sverri Egholm

08.08.2017 - 11:58

Mentan >

Nú ber aftur til at atkvøða fyri Astrið Foldarskarð í “Miss Danmark 2017” kappingini.

Tað er á heimasíðuni hjá vikublaðnum Her&Nu, at tað ber til at atkvøða millum teir seks finalistarnar, sum fingu flest atkvøður í fyrra umfarinum.

Astrið Foldarskarð úr Rituvík fekk 921 atkvøður og er sostatt millum tær seks, sum fingu flest atkvøður í hesari undanumfarinum hjá vikublaðnum. Vinnarin av finaluni verður kosin ársins “Miss HER&NU“.

Hetta er ein smærri kapping í leiðini at blíva Miss Danmark.

Málið hjá Astrið Foldarskarð er at sleppa við til Miss World, sum verður í Kina seinni í ár.

Atkvøð her