Mynd: Tórshavnar kommuna

Átakið Ferðast Grønt góða undirtøku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.05.2018 - 17:09

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Átakið "Ferðast grønt" hevði ársins fyrsta súkkluverkstað á Skúlanum á Fløtum, í eindini á Frælsinum, í gjár. Nógv vóru møtt upp. Tá avtornaði høvdu eini 50 børn fingið súkklur sínar eftirhugdar.

"Ferðast grønt" er eitt átak, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu. Við at bjóða øllum skúlum í kommununi ókeypis súkkluverkstøð er málið, at børnini fáa súkkluna kannaða og smærri ábøtur gjørdar, so at súkklan er trygg at ferðast á í ferðsluni, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna vónar at fleiri skúlar gera sum Skúlin á Fløtum og bóka sær ein Ferðast grønt-Ferðast grøntsúkkluverkstað.