Atgongumerkir til landsdystirnar í 2017 fáast til keyps mánadagin

Niels Petersen

11.12.2016 - 10:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mánadagin 12. desember, klokkan 12:00 verður møguleiki at keypa ársins jólagávu til føroyska fótbóltsfjepparan. Tá verða nevniliga fyrstu atgongumerkini til heimadystirnar hjá A-landsliðnum, sum verða á Tórsvølli í 2017, sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF.

Seks undankappingardystir til HM 2018, sum verður í Russlandi, eru á skránni í komandi ári. Tríggir dystir verða á heimavølli, og tríggir á útivølli, og mánadagin 12. desember, klokkan 12:00 verða fyrstu 1.000 atgongumerkini til dystirnar á Tórsvølli sett til sølu í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.

Sølan av fyrstu atgongumerkjunum verður skipað sum atgongumerkjapakkar, ið er galdandi fyri allar tríggjar HM-undankappingardystirnar, sum verður á heimavølli í 2017. Talan er um dystirnar ímóti Sveis, Andorra og Lettlandi, sum verða ávikavist 09. juni, 03. september og 07. oktober. 

Les meira her.