Mynd: FSF

Atgongumerkjasølan til Føroyar-Andorra byrjar í morgin




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

27.04.2017 - 11:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er í morgin á middegi, at atgongumerkjasølan til landsdystin ímóti Andorra byrjar.

Hetta boðar Fótbóltssambandið frá, vísandi á, at atgongumerkini verða sett til sølu á heimasíðuni.

Atgongumerkini eru í trimum prísbólkum: Tey dýrastu kosta 200 krónur, tey næstdýrastu 150 krónur, meðan tey bíligastu kosta 100 krónur.

Føroyar hava, sum nú er, fimm stig í sínum bólki, meðan Andorra hevur eitt stig.

Andorra og Føroyar leiktu javnt 0-0 í Andorra la Vella í mars.

Hini stigini í bólkinum hava Føroyar fingið ímóti Ungarn á heimavølli og ímóti Lettlandi á útivølli. Føroyar leiktu javnt 0-0 ímóti Ungarn og vunnu 2-0 á Lettlandi.

Dysturin ímóti Andorra er á Tórsvølli tann 3. september kl. 17. 

Næsti dysturin hjá Føroyum í hesum bólkinum er á heimavølli ímóti Sveits tann 9.juni.