Atkvøða fyri Melodi Grand Prix sangunum

Ari av Rana

07.02.2018 - 10:54

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio er kanst tú atkvøða fyri, hvørjum tú heldur fer at vinna danska Melodi Grand Prix, har Carlsen systrarnar eru millum tey luttakandi.

Í løtuni liggja Carlsen systrarnar á einum triðja plássi í atkvøðugreiðsluni við 355 atkvøðum. Carlsen systrarnar fara at framføra lagið “Standing up for love”.

Á fyrsta plássi er 17 ára gamla Anna Ritsmar, sum syngur sangin “Starlight”. “Starlight” hevur í løtuni 1186 atkvøður.

Á øðrum plássi við sanginum “Higher Ground” er Rasmussen. “Higher Ground” hevur í løtuni 602 aktkvøður.

Atkvøðast kann á forsíðuni á dr.dk.