(Mynd: fsf.fo)

Atkvøðugreiðsla: Ársins mál 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

29.12.2017 - 13:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

409 mál vórðu skoraði í EFFO-deildini í 2017, og besta málið skal finnast.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum ber til at velja besta málið millum fimm mál, sum eru tilnevnd ársins mál.

Atkvøðugreiðslan er skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá serfrøðingunum, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónd Arge telja 50 prosent.

Atkvøðast kann her til í morgin 30. desember. FSF væntar at kunngera vinnaran á ársins síðsta degi, sunnudagin 31. desember.