Atlantic Airways hevur fingið limaskap í altjóða vinnufelagsskapinum fyri flogfeløg, IATA. Fv. Marius Davidsen, fíggjarstjóri, Jóhanna á Bergi, stjóri, Ioannis Mavroeidis og Ksenia Zissow frá IATA (Mynd: Pætur Rasmussen)

Atlantic Airways fingið IATA limaskap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.06.2018 - 15:33

Tíðindi > Flogferðsla

Atlantic Airways hevur júst fingið limaskap í IATA (the International Air Transport Association). IATA er ein vinnufelagsskapur fyri flogfeløg, og í løtuni eru uml. 290 flogfeløg umboðandi 117 lond limir í felagsskapinum. T.e. uml. 82% av allari flogvinnu í heiminum.

Høvuðsendamálið hjá IATA er at verða fremst í virðisskapanini av trygd og burðardyggari flogvinnu. IATA umboðar, ráðgevur og stendur fyri leiðbeiningum og standardum til vinnuna.

Atlantic Airways fegnast um limaskapin, tí við limaskapinum fær felagið atgongd til eitt altjóða netverk, sum gevur nýggjar møguleikar fyri at samstarva við onnur flogfeløg, soleiðis at Atlantic Airways røkkur enn longur út í heim.