Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Atlantic Airways við nýggjari app og øktum tænastum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.09.2017 - 13:18

Tíðindi > Flogferðsla

Atlantic Airways tillagar støðugt tænasturnar, og felagið hevur nú m.a. ment eina nýggja app, sum ein lið í at hækka tænastustigið, har tú kanst keypa og broyta ferðaseðlar, innskriva teg til ferðina og mangt annað

Nýggja Atlantic Airways-appin, sum nú er tøk á netinum, savnar allar tínar flogferðir við Atlantic Airways á einum og sama stað. Í appini ber eisini til at keypa ferðaseðlar, síggja ferðayvirlit, broyta og innskriva teg til ferðina. Við appini gerst tað eisini lættari at halda skil á bæði tínum komandi og undanfarnu ferðum, sum allar liggja savnaðar í appini. Spildurnýggja appin kann brúkast bæði til Apple og Android telefonir.

Atlantic Airways arbeiðir støðugt við at laga seg eftir marknaðartørvinum og metir støðugt um prísir, fráferðir og tænastur annars. Í seinastuni eru fleiri tillagingar gjørdar, og tænastur lagdar aftrat teimum trimum høvuðsferðaseðla-flokkunum, sum eisini hava fingið nýggj heiti: Lágprís, SVEIM og SVEIM+. Nøvnini SVEIM og SVEIM+, sum eru funnin í samstarvi við Sprotan, hóska væl saman við øðrum nøvnum, sum Atlantic Airways brúkar, sum til dømis Sveiggj og Súlubonus. Somuleiðis er orðið “sveima” samheiti fyri at flúgva, sum somuleiðis hóskar væl til eitt flogfelag.

Fleiri nýggir fyrimunir eru knýttir at SVEIM og SVEIM+; m.a. er “fast track” á flogvøllinum í Keypmannahavn nú partur av hesum báðum ferðaseðla-sløgunum, umframt at lounge, eisini á flogvøllinum í Kastrup, er partur av SVEIM+ ferðaseðlinum. Tað ber sjálvandi framvegis til at bíleggja ein LÁGPRÍS ferðaseðil og SVEIGGJ ferðaseðlar til ungdóm og lesandi. Lægsti lágprísferðaseðil úr Føroyum liggur nú úr 649 krónum, og lágprískalendarin er í sama viðfangi eisini dagførdur soleiðis, at nú er lætt at finna lægsta ferðaseðlaprís á degnum. Umframt hesar dagføringar eru broytingartreytirnar yvirhøvur eru eisini lagaligari.

Sum nakað nýtt fer tað eisini at vera gjørligt at bíleggja mat sum part av øllum ferðaseðlunum, tí seinni í heyst fer tað nevniliga at bera til at keypa mat áðrenn fráferð. Bæði tá tú keypir ferðina á atlantic.fo, við nýggju appini, ella tá tú ringir ella skrivar til Atlantic Airways og eisini umvegis ferðaskrivstovurnar.

Súlubonus
Trúfestisskipanin hjá Atlantic Airways, Súlubonus, varð innførd í mars mánaði í ár. Skipanin kemur øllum til góðar, ið hava stovnað sær ein vanga á atlantic.fo. Við Súlubonus kunnu øll savna sær súlustig, sum kunnu brúkast til at keypa flogferðir fyri. Í sambandi við dagføringarnar av ferðaseðlunum fáa Lágprísferðaseðlar nú 500 stig fyri eina einvegis ferð, og sostatt skulu bert 10 lágprísferðir til til eina einvegis súluferð.

Jú oftari tú ferðast, jú fleiri stig forvinnur tú. Megnar tú at savna tær 20.000 stig innan eitt ár, verður tú uppstigað/ur til GULL-limaskap, sum hevur ávísar ágóðar við sær. Og ert tú ein av teimum, ið ferðast heilt ofta og megnar at forvinna fleiri enn 40.000 stig innan eitt ár, verður tú uppstigað/ur til hægsta limaskapin í Súlubonus.

Eftir sera nógva umrøðu av júst hesum limaskapinum og trúfestiskortinum “Merkið”, gjørdi Atlantic Airways av at broyta navnið á kortinum. Nýggja heitið er “Basalt”, sum sipar til upphav Føroya. Basalt er grundarlagið undir landið okkara, eins og góðir og trúgvir kundar eru fyri eina fyritøku.