(Mynd: Dávur Winther)

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2017




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.06.2015 - 17:56

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Atlantic Fair fiskivinnumessan í Klaksvík í farna mánaði var tann sjeynda í røðini og tann triðja, ið varð hildin í Klaksvík. Hesir marknaðardagar eru annað hvørt ár, og longu nú er avtalað, at stevnan verður aftur í Klaksvík í mai 2017.

Atlantic Fair 2015 var í Klaksvík 12. til 14. mai í ár, har 3850 vitjandi vóru. 177 framsýnarar vóru við úr 19 londum. 15 prosent av teimum vitjandi vóru úr útlondum – frá 23 ymiskum londum.

Vitjanartalið var sostatt eitt sindur minni enn í 2013, og skyldast hetta serliga, at tann triði framsýningardagurin var ein frídagur, har tey lesandi tí ikki valdu at koma. Hesin bólkur manglaði á stevnuni.

Tó eru fólk samd um, at framsýnaratalið, eins og støðið á messuni var høgt og karmarnir góðir. Sum sagt verður Atlantic Fair aftur í Klaksvík í 2017.