Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Atlantic Petroleum framleiddi bert 1100 føt um dagin í september

Jógvan Hugo Gardar

02.10.2015 - 09:04

Oljan >

Atlantic Petroleum boðar í morgun frá at í september, so hevur fyritøkan framleitt 33.000 føt av oljulíkum á økjunum Chestnut, Ettrick og Blackbird. Í august var framleiðslan 48.000 føt, ella í meðal 1448 føt um dagin.

Í meðal eru 1100 føt av oljulíkum framleidd um dagin í september. Orsøkin til at framleiðslan í september var lægri enn í august, er at Chestnut ikki framleiddi eitt tíðarskeið. Hetta var í samband við ætlað viðlíkahald. Chestnut framleiðir nú sum vanligt aftur.

Atlantic Petroleum eigur í løtuni í 34 olju- og gassloyvum í bretskum, írskum og norskum sjógvi. Í løtuni er framleiðsla á teimum trimum Chestnut, Ettrick og Blackbird. Harafturat er eitt loyvi har ætlanin er at byrja framleiðsluna í 2016.