Atlantic Petroleum leggur fram eitt betri úrslit

Jógvan Hugo Gardar

27.08.2015 - 08:16

Oljan >

- Vit hava megnað at leggja fram eitt hampuliga gott úrslit hóast marknaðurin er sera krevjandi. Vit hava minka kostnaðirnar av umsitingini, og hildi neyvt eygu við pengarenslinum. Pegasus-avtalan tann 31. juli vísir fyri íleggjarunum at vit klára at fáa nógv burturúr ognunum, sjálvt undir verandi marknaðarviðurskiftum. Tann gjøgnumgongdin vit nú hava av felagnum kemur at geva okkum betri støðið til at tryggja íleggjarunum hægri virðir, sigur Ben Arabo í eini viðmerking í samband við boðini Atlantic Petroleum hevur sent til Oslo Børs í morgun.

Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var í øðrum ársfjórðingi í meðal 1475 føt av oljulíkum um dagin, og er tað betri enn fyrsta ársfjórðing, tá 1178 føt av oljulíkum blivu framleid dum dagin. Fyri fyrra hálvár er talan um eina meðalframleiðslu uppá 1327 føt av oljulíkum um dagin.

Rakstrarúrslitið vísit eitt yvirskot uppá 7,7 milliónir danskar krónur, og hetta ger at samlaða úrslitið fyrra hálvár gerst eitt sindur betri, sum nú er eitt undirskot uppá 20,5 milliónir krónur.

Inntøkurnar í øðrum ársfjórðingi vóru uppá 76,5 milliónir krónur, samanborið við 39,1 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi.