Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jogvan H. Gardar

Atlantic selur part av Orlando feltinum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

06.06.2016 - 10:55

Oljan > Vinna & Tøkni > Olju- og frálandavinna

Atlantic Petroleum boðar í morgun frá á børsinum, at felagið hevur gjørt avtalu við Bridge Petroleum um at selja part av oljufeltinum, Orlando. Hetta skrivar Dimmalætting á netinum í morgun. Sølan liggur undir 7 milliónir krónur í reiðum peningi.

Tað einasta, sum er eftir í avtaluni er, tá sølan er gjøgnumførd er, at Atlantic Petrolum fær sín part av søluni, tá ið felagið fer at framleiða í økinum. Føroyska oljufelagið luttekur ikki longur í menningini av Orlando oljufeltinum.

- Avtaluna við Bridge Petroleum eru vit sera væl nøgd við. Orlando er ein spennandi verkætlan, og vit eru fegin um at síggja, at tað eru ætlanir um fara undir framleiðslu í 2017. Fleiri niðurskrivingar eru ikki vantandi í Orlando, og um feltið fer at geva tað sum verður væntað, kunnu vit vænta at fáa rímuliga stóran vinning burtur úr, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sum eisini ásannar, at tað eisini avhongur av at oljuprísirnir koma fyri seg aftur.