Mynd: Shipspotting.com

Atlantic strikað úr FAS



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

09.02.2018 - 09:15

> Tíðindi > Føroyar

Farmaskipið Atlantic, sum hevur havt heimstað í Streymnesi seinastu árini, er nú strikað úr FAS skipanini. Á heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini stendur, at skipið er selt til av landinum.

Atlantic varð skrásett í Streymnesi 31. august í 2006, og hevur havt sama heimstað har seinastu knapt 12 árini. 

Skipið skifti tó eigara. Tað var Niels Andrias Mortensen, sum skrásetti Atlantic í FAS, men seinni skifti skipið eigara. Skipið var tó framhaldandi skrásett í Streymnesi.

Keypararnir eru KS Shipping Line Inc í Glenville Drive Kingstown, men keypsprísurin er ókendur.