Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Atlantsflog ger broytingar í flogferðsluni í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.12.2017 - 18:32

Tíðindi > Flogferðsla

Fyri veður eru hesar broytingar fyribils gjørdar í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways í morgin 7. desember 2017:

Úr Vágum: Fráferðin hjá RC470 úr Vágum til Billund í morgin kl. 08.00 er løgd saman við RC450 til Keypmannahavnar kl. 08.30. Tað vil siga, at flogið verður umvegis Billund til Keypmannahavnar.

Til Vágar: Fráferðin hjá RC453 úr Keypmannahavn kl. 12.15 er løgd saman við RC471 úr Billund. Flogfarið flýgur tískil umvegis Billund á veg til Føroyar. Fráferðin úr Billund er kl. 14.30.

Allar tíðir eru lokalar.