Mynd: Vága Floghavn

Atlantsflog: - Hetta er beinleiðis stuðul til SAS

Sverri Egholm

26.10.2017 - 15:50

Tíðindi > Flogferðsla

Øll flogfeløg sum flúgva til Føroya skulu sleppa at brúka RNP innflúgvingarskipanina. Tað ætlar Vága Floghavn at seta í verk. Men hjá kappingarneytanum Atlantsflog verður hetta ikki væl móttikið.

- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at Vága Floghavn nú skal fara at gera hetta her, tá man ikki vildi gera tað sama við Atlantic Airways, segði Jóhanna á Bergi, stjóri, við Kringvarpið á middegi.

Hon greiðir frá, at fyri at fáa góðkenning at nýta skipanina skalt tú hava flogið einar hundrað ferðir upp á Føroyar, og tí fáa flogfeløg, sum bara koma her nakrar fáar ferðir um árið, ikki gagn av hesum.

- Tí siga vit, at hetta er ein beinleiðis stuðul til okkara kappingarneyta til SAS, sigur Jóhanna á Bergi.

Atlantic Airways heldur, at flogfeløg sjálvi skulu gera íløgur í hetta, og ikki flogvøllurin. Tí so hevði tað verið kapping á jøvnum føti. Stjórin sigur við Kringvarpið, at tað hevur verið ein drúgv tilgongd hjá Atlantsflog at fáa skipanina, og at tað hevur kostað 30 milliónir krónur.

Jóhanna á Bergi sigur, at Vága Floghavn hevur annað at taka sær av enn at stuðla SAS. Eitt nú kundi floghavnin lækkað høgu ferðaavgjaldið, segði hon við Kringvarpið.

Í síðsta mánaði gjørdist greitt, at SAS fekk loyvi frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, at skerja túratalið frá sjey og niður í fimm túrar millum Føroyar og Keypmannahavn í vetur.