Økið millum Hetland og Føroyar verður av serfrøðingum mett at goyma fleiri mia. tunnur av olju og verður tað avloysarin hjá Norðsjóvaroljuni. Mynd Times

Atlantsmótið seinasta stóra og lítið troytta oljuøkið í Bretlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

21.04.2017 - 16:24

Oljan >

Økið vestan fyri Hetland, sum eins og føroyski landgrunnurin er partur av Atlantsmótinum, er útrópt til at vera seinasti veruligu oljulandsluturin, sum er eftir og enn lutvíst lítið kannaður, í Bretlandi. Hetta skrivar stóra bretska blaðið ”The Times”, sum metir, at hetta økið fer av kunna avloysa Norðsjógvin, hóast her eisini liggja stórar avbjóðingar.

Wood Mackenzie um Atlantsmótið
Skulu vit døma út frá tí, sum serfrøðingar á oljuøkinum, eitt nú royndu fólkini hjá oljugranskingar- og kanningarfyritøkuni ”Wood Mackenzie”, siga um bretsku oljuframtíðina, so kann hetta avgjørt tulkast sum góður musikkur í oyrunum á teimum føroyingum, sum trúgva uppá føroysku oljuna – og sum arbeiða fyri at fáa leiting í gongd aftur. Tí metingarnar hjá serfrøðingunum eru, at økið millum Hetland og Føroyar er tað, sum fer at vera grundarlagið undir framtíðar oljuvirkseminum í Bretlandi. Men tað er kortini ikki bara sum at siga tað at skula leggja sína oljuframtíð í føvningin á hesum veðurbarda og oftani lítið framkomiliga økinum.

Undir yvirskriftini ”Shetland hailed as British oil´s final frontier”, umrøður blaðmaðurin hjá Times økið, ið eisini er næsti granni Føroya, sum eitt stað við ógvusligum aldum, ið kunnu vera 20 metrar høgar og sera hørðum vindi og harvið gera økið rættiliga ótilgangiligt hjá oljuleitarum. Og haraftrat gera stóru dýpini tað oftani neyðugt at brúka stórar og dýrar boripallar. Aftrat tí kemur so basaltið, sum ger tað truplari at gera brúk av seismikki. Alt hetta gevur okkum tí eina fatan av, hví økið enn er so lítið kannað.

Men kortini siga serfrøðingarnir, at tað, hóast stóra váðan, er ráðiligt at gera íløgur á Atlantsmótinum. Nakrar kanningar vísa nevniliga, at upp til 95% av øllum oljutilfeinginum liggur enn og bíðar í undirgrundini, og spenningurin er tí eisini stórur um framtíðina hjá hesum lutvíst jomfrúuliga økinum. Samanbera vit við Norðsjógvin, so eru bert fáir leitibrunnar boraðir her. Og tað vísir seg eisini, at nøkur av heimsins størstu oljufeløgum, sum hava verið við til at menna hetta økið, nú vilja brúka fleiri íløgukrónur til bæði at finna meira olju og til at fremja útbyggingar.

BP og Shell undangongufeløg
Í ár hava bæði BP og Shell bundið seg til meiri leiting vestan fyri Hetland, og oljufelagið Hurricane Energy hevur boðað frá, at tað liggur á størsta oljufundinum, sum er gjørt í bretskum sjógvi, ið enn ikki er útbygt, við meira enn eini milliard tunnum av olju.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ríku oljuleiðirnar vestan fyri Hetland verða mettar sum ein stórur framtíðar møguleiki. Oljuævintýrið vestan fyri Hetland byrjaði fyrst í 70-unum, tá borurin varð settur í undirgrundina í hesum tá fullkomiliga ókenda økinum, sum nú hevur mark til føroysku undirgrundina. Boringarnar førdu til eitt tað størsta oljufundið nakrantíð, nevniliga risastóru oljukelduna Clair, fáar fjórðingar frá føroyska markinum. Hon varð funnin í 1977 men var ikki tá mett til at kunna útbyggjast við táverandi tøkni. Tað skuldu ganga nærum 30 ár, áðrenn fyrsta oljan kom upp úr Clair, og nú verður enn ein partur av Clair, nevndur Clair Ridge, útbygdur, og fleiri aðrar nýggjar útbyggingar eru longu á tekniborðinum. Til hesa menning hoyra eisini fundini Schiehallion og Foinaven, sum BP og Shell gjørdu í 90-unum, og sum í dag eru millum mest týðandi oljukeldurnar á breska landgrunninum.

Stórar forðingar
Alex Kemp, professari í oljubúskapi við Lærda háskúlan í Aberdeen, sær økið millum Hetland og Føroyar sum tann seinasta stóra oljuútjaðaran á bretska landgrunninum, nakað, sum Mhairidh Evans, serfrøðingur í bretskum oljumálum á kenda og nógv virda stovninum ”Wood Mackenzie”, eisini tekur fult undir við.

Hon sigur, at Atlantsmótið ella økið vestan fyri Hetland er mest hugsandi (prospektiva) oljuøkið á bretska landgrunninum. Stórir partar av økinum hava ongantíð sæð eina borikrúnu. Men hon vísir á, at kostnaðurin av at bora og útbyggja vestan fyri Hetland er vanliga 25% hægri enn aðrastaðni, hvat eisini hevur við sær, at oljufeløg hava lyndi til at fara eftir bíligari loysnum aðrastaðni.

Kemp professari vísir á, at tað fíggjarliga eisini er trupult fyri øll tey feløg, sum vilja arbeiða í hesum økinum, har umstøðurnar eru so nógv øðrvísi enn aðrastaðni. Nógvar av keldunum eru á sera djúpum vatni. Eisini eru stormarnir ógvusligir og streymurin sera harður. Alt hetta er við til at gera tað bæði meira kostnaðarmikið og torførari at arbeiða í einum slíkum útjaðara. Hóast glottar so hómast eisini onkur myrk skíggj, um ein kann kalla tað so. Stóra oljukeldan Rosebank tætt við markið og sum varð funnin í 2004 hevur enn ikki fingið grønt ljós til útbygging. Roynt verður at fáa kostnaðin niður.

Fleiri glottar
Kortini vísir ein frágreiðing frá Aberdeen University, at 3 mia. tunnur av olju, sum liggja í undirgrundini vestan fyri Hetland, kunnu verða fingnar til høldar í 2050, sjálvt við verandi prísi uppá 50 dollarar tunnuna. Um prísurin hækkar til millum 70 og 80 dollarar í eina tíð, so høvdu nógv størri íløgur verið gjørdar í økinum, og harvið eisini fleiri fund verið gjørd. Stórar íløgur eru longu gjørdar í økinum seinastu árini. Total tendraði fyri Laggan og Tormore gassinum í fjør, og útbygging av infrastrukturinum við rørleiðingum til lands, er nú við til at gera onnur fund í økinum lønandi. Stóra útbyggingin hjá BP av Clair Ridge fyri 50 mia. kr. er komin væl áleiðis og fer henda oljukeldan undir framleiðslu í 2018 og fer at kunna framleiða 640 mill. tunnur av olju fram til 2050. Eisini verður Schiehallion útbygt fyri milliardir fyri at kunna halda fram við framleiðsluni til 2035.

So nógv bendir á, at økið vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar fer at verða í fokus hjá nógvum oljufeløgum komandi árini. 29. útbjóðingin á bretska landgrunninum gav tað úrslit, at fleiri nýggj leitiloyvi vórðu latin til oljufeløg so langt vesturi sum móti føroyska markinum. Og útlit eru til, tá tann 30. útbjóðingin letur upp í mai, um nærum somu tíð sum tann føroyska, at fleiri av oljufeløgunum fara at søkja um nýggj leitiloyvi á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

Íløgur vestan fyri Hetland týdning fyri Føroyar eisini
Stóri spurningurin tá er, hvønn týdning hetta fer at hava fyri føroysku leitiútbjóðingina. Vit vita av royndum, at undanfarnu føroysku útbjóðingarnar fingu allar íblástur frá oljufundum eystan fyri markið. Tvs. at íløgur í leiting og útbygging vestan fyri Hetland kunnu fáa avgerandi ávirkan á framtíðar virksemið á føroyska landgrunninum eisini. Nýggj oljufund og útbyggingar av nýggjum infrastrukturi framvið føroyska markinum vilja eisini vera duraopnarar fyri bæði leiting og útbyggingum á føroyska landgrunninum. Hugsandi er at olju- og gasskeldur, sum verða funnar á føroyskum øki tætt við markið, kunnu gera brúk av bretska undirstøðukervinum.

Nú verður áhugavert at fylgja við, hvat 4. útbjóðing í Føroyum og 30. útbjóðing í Bretlandi fara at bjóða fram.