Stórur fagnaður á leikarum hjá Atletico Madrid eftir dystin




(Mynd: EPA)

Atletico Madrid hevur vunnið Europa League

Agnar Frederiksen

16.05.2018 - 20:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var Atletico Madrid, ið var í favorittleiklutinum, og liðið frá spanska høvuðsstaðnum livdi eisini upp til tann leiklutin í Europa League finaluni í kvøld. Atletico Madrid vann 3-0 á Marseille

Málverjin Steve Mandanda var til reiðar aftur hjá Marseille, ið kundi spæla seg í Champions League við sigri í kvøld. Hjá Atletico var Diego Simeone ikki á síðulinjuni vegna leikbann, so karismatiski fyrrverandi argentiski málverjin, Germán Burgos, stóð á odda fyri liðnum.

Tað vóru fantastiskir karmar í Lyon í kvøld. Áskoðarar hjá báðum liðum setti veruliga dám á, á leikvøllinum hjá einum av rivalunum hjá Marseille. Tað var eisini franska liðið, ið byrjaði betri við høgum trýstið og einum risamøguleika innan fyrstu minuttirnar. Men tá tjúgu minuttir vóru leiktir, so revsaði Atletico Madrid franska liðið, tá Marseille misti bóltin í uppsælinum. Ein kiksað temjing smáar 30 metrar frá málinum mitt fyri, bótlurin varð prikaður til Antoine Griezmann, ið gjørdist einsamallur við Mandanda, og har setti franski áleyparin bóltin trygt í netið ímóti ársins málverja í fronskum fótbólti.

Hjá Marseille var hetta sum at fáa vátan vøttin. Og tíggju minuttir seinni gjørdist ilt verri, tá liðformaðurin Dimitri Payet noyddist av vølli við skaða í baklærinum. Evnaríki miðvallarin feldi tár, tá hann haltaði út av vøllinum. Ikki bara misti hann seinasta tíman av finaluni, men spurningurin er um 31-ára gamli Payet megnar at gerast til reiðar til HM-endaspælið. Franski hópurin verður úttikin í morgin.

Einki mál kom afturat áðrenn hálvleik, men stutt inn í 2.hálvleik sló Griezmann til aftur, tá hann aftur einsamallur við Mandanda var ísakaldur. Hetta gjørdist ein ov tung mótbrekka hjá Marseille; 0-2 og uttan liðformannin ímóti rutineraða Atletico-liðinum, ið spældi klókt. Tað vóru fáir málmøguleikar í 2.hálvleiki. Tíggju minuttir fyri tíð hevði innskifti Mitrologu tó ein stútara á stongina, men hetta var møguleikin hjá Marseille. Tveir minuttir fyri tíð lukkaði liðformaðurin hjá Atletico, Gabi, dystin, tá hann smekkaði bóltin í málið. 3-0 til Atletico, og so kom Fernando Torres, ið fer úr felagnum í summar, eisini á vøllin. Hann vann sítt fyrsta steyp við barndómsfelagnum í kvøld, og lyfti steypið saman við Gabi.

Atletico Madrid vann eisini kappingina í 2010 og 2012, og eftir at verða slignir út úr bólkaspælinum í Champions League hevur liðið hjá Simeone nú tryggjað sær eitt evropeiskt steyp við at vinna uppiborið og sannførandi.

Marseille - Atletico Madrid 0-3(0-1)

21.min: Antonie Griezmann 0-1
49.
min: Antonie Griezmann 0-2
89.min: Gabi 0-3