Atletico Madrid og Marseille eru tættast finaluni

Ari av Rana

03.05.2018 - 16:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seinnu hálvfinalurnar í Europa League kappingin verða spældar í kvøld. Í Spania tekur Atletico Madrid ímóti Arsenal, meðan Marseille fer á vitjan í Eysturríki, har Red Bull Salzburg tekur ímóti.

Fyrri stórdysturin millum Arsenal og Atletico endaði við 1-1 javnleiki, hóast Arsenal spældi við 11 móti 10 monnum í 80 minuttir eftir at Sime Vrsaljko fekk tvey gula kort. Arsenal legði seg á odda eftir einum tíma, men góðar 10 minuttir fyri leiklok javnaði Atletico.

Atletico hevur tí fingið eitt týdningarmikið útivallarmál og eru tí favorittar at spæla seg í finaluna. Hugsast kann tó at Arsenal fara at leggja nógv fyri at spæla seg í finaluna, nú hetta er seinastu ferð venjarin Arsene Wenger stendur á odda fyri Arsenal í Evropa.

Minni spenningur er í hinari hálvfinaluni. Marseille vann fyrra dystin 2-0 og fá munnu verða, sum vænta at Red Bull Salzburg megnar at gera nakað stórvegis við tí leiðsluna.

Hálvfinaludystirnir verða spældir kl. 20:05.