Antoine Griezmann skoraði móti FCK (Mynd: EPA)

Atletico Madrid ov sterkir til FCK

Ari av Rana

15.02.2018 - 22:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

15 dystir vórðu spældir í Europa League í kvøld.

Í Keypmannahavn hevði FC København vitjan av einum av heimsins fremstu liðum, og tað sæst aftur á endaligu støðuni. Atletico Madrid vann heili 1-4 í danska høvuðsstaðnum. Tað var annars FCK sum legði seg framum, tá Viktor Fischer skoraði eftir 15 minuttir. Men Saul Niguez og Kevin Gameiro syrgdu fyri, at gestirnir vóru frammanfyri, tá farið varð til hálvleik. Eftir hálvleikin skoraðu Antoine Griezmann og Vitolo til endaligu støðuna 1-4.

Arsenal vann tryggan 0-3 sigur móti Østersunds FK í Svøríki. Nacho Monreal legði enska stórfelagið á odda, áðrenn Østersunds FK gjørdi sjálvmál. Í seinni hálvleiki skoraði Mesut Ozil til 0-3. Í síðsta minuttir fekk Østersunds FK brotsspark, men Tom Pettersson megnaði ikki at umseta tað til mál.

Borussia Dortmund vann spennandi dyst á heimavølli móti Atalanta. Andrea Schuerrle legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði Josip Ilicic tvey mál innan fimm minuttir fyri Atalanta. Michy Batshuayi, sum Borussia Dortmund hevur leiga í Chelsea, fekk javnvág í støðuna, og í síðstu minuttunum skoraði hann aftur og tryggjaði Borussia Dortmund sigurin.

Fremsta liðið í Italia, Napoli, tapti 1-3 á heimavølli móti RB Leipzig, sum liggja nummar 2 í Týsklandi. Napoli legði seg á odda í seinna hálvleiki, tá Adam Ounas skoraði. Men so kom gongd á málskjótingina hjá týskarunum. Fyrst skoraði TImo Werner til 1-1, áðrenn Bruma legði týskararnar framum. Í síðstu minuttunum staðfesti Timo Werner sigurin, tá hann skoraði til 1-3.

AC Milan vann tryggan 0-3 sigur á Ludogorets Razgrad. Málini skoraðu Patrick Cutrone, Ricardo Rodriguez og Fabio Borini.

Støðurnar í dag:

FC Astana – Sporting CP 1-3

Borussia Dortmund – Atalanta 3-2

Ludogorets Razgrad – AC Milan 0-3

Marseille – Braga 3-0

Nice – Lokomotiv Moskva 2-3

Østersunds FK – Arsenal 0-3

Real Sociedad – Salzburg 2-2

Spartak Moskva – Atletic Bilbao 1-3

AEK Athens – Dynamo Kiev 1-1

Celtic – Zenit St. Pætursborg 1-0

FC FCSB – Lazio 1-0

FC København – Atletico Madrid 1-4

Lyon – Villarreal 3-1

Partizan Beograd – Viktoria Plzen 1-1

SSC Napoli – RasenBallsport Leipzig 1-3