Atlético Madrid-venjari heldur skeið í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.02.2018 - 22:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sunnudagin 25. februar fer Atlético Madrid-venjarin Carlos García Cuesta at halda skeið um menning av ung­dóms­leikarum, frá U13 til U18. Hann fer at leggja fram sponsku uppfatanina av fótbóltsspælinum og tosa um, hvussu tað fyri hansara viðkomandi sæst aftur í, hvussu venjing við ungum leikarum verður løgd til rættis.

Venja teknikk og positiónsspæl frá fyrsta degi

– Í Spania leggja vit serliga stóran dent á tekniskan førleika og positiónsspæl, og tað verður vant frá fyrsta degi, sigur Carlos García Cuesta. Hetta er helst eisini ein høvuðsorsøk til, at Spania kann vera í heimselituni við lutfals­liga smáum leikarum.

Carlos García Cuesta fer tískil eisini at koma inn á fyribrigdið, sum rópast ‘the Relative Age Effect’ (RAE), t.v.s. hetta at evnagóðir spælarar, sum eru smáiir eftir sínum aldri (oftast føddir seint upp á árið), gevast, tí teir ikki sleppa á besta liðið ella fáa lítla spælitíð. Hvussu slepst undan fráfalli í størst møguligan mun?

Eftir framløguna hjá Carlos García Cuesta verður farið út á vøllin, har hann vísir tilgongdina í verki. Hetta verður gjørt í dialogi við skeiðs­luttakararnar, sum eftir venjingarnar fáa høvi at gera viðmerkingar, seta spurningar og diskutera tað, teir hava hoyrt og sæð.

Carlos Garcia Cuestahevur UEFA Pro venjara-lisens og er bachelor í ítróttarvísindum. Hann er í føstum venjarastarvi hjá Atlético Mad­rid. Hann er høvuðsvenjari hjá U13-liðnum og hjálparvenjari hjá U18-liðnum. Umframt at spæla landskappingar­dystir, so luttaka liðini nógv í smáum, altjóða kappingum. Millum jólanna var U13-liðið við í altjóða kapping og gjørdist nummar trý eftir at hava tapt eftir brotssparkakapping fyri Barcelona í hálvfinaluni. Onnur lið í kappingini vóru t.d. Real Madríd, Valencia, Juventus, PSG, Internazionale Milan og Borussia Dortmund.

Skeiðið verður hildið sunnudagin 25. februar í B36-húsinum og á niðara vølli í Gundadali.




beint nú