Atli Gregersen. Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen.

Atli Gregersen avloysir Fróða sum liðskipara

Hallur av Rana

27.03.2015 - 12:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Hetta er ein stórur heiður, og eg eri errin og glaður fyri álitið, sum Lars Olsen hevur givið mær.

Tað sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya, nú tað er greitt, at hann verður liðskipari sunnudagin, tá Føroyar spæla landsdyst móti Rumenia. Atli Gregersen hevur spælt 26 landsdystir fyri Føroyar, og er hetta aðru ferð, at hann er liðskipari. Fyrru ferð var til venjingardyst móti Skotlandi 16. november 2010.

Atli Gregersen avloysir harvið fasta liðskiparan Fróða Benjaminsen, ið hevur givið avboð til dystin.

FSF upplýsir, at landsliðsvenjarin, Lars Olsen, boðaði frá avgerðini á fundinum áðrenn seinastu venjingina í Farum, har landsliðið hevur fyrireikað seg seinastu dagarnar til dystin sunnudagin.

Nýggi liðskiparin hevur góðar vónir til dystin sunnudagin, hóast hann ásannar, at eysturevropeisk lið fyrr hava givið føroyingum trupulleikar.

- Teir eru nummar 1 í okkara bólki, og tað er ikki uttan orsøk. Rumenar spæla typiskt eysturevropeiskt við nógvum smáspæli og bóltflytingum, ein spælistílur, ið mangan hevur givið okkum trupulleikar. Men vit hava fyrireikað okkum so væl sum til ber. Umstøðurnar her í Farum hava verið góðar, og vit hava eisini hugt eftir video av Rumenia. Men vit vita hvat skal til fyri at fáa eitt gott úrslit, og tí fara vit sjálvandi eftir, sigur nýggi liðskiparin á A-landsliðnum, Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.