Jens Kr. Vang

Átta og fjúrtan mánaðir í fongsul fyri at smugla Ecstacy



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

17.02.2017 - 10:16

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Tveir menn eru, sambært Facebook síðuni hjá Taks, dømdir í fongsul fyri at smugla Ecstacy.

Taks skrivar hesum viðvíkjandi, at fyri stuttum kom ein tollari fram á 77,5 gramm av Ecstacy í einum brævi, sum var sent til móttakara í Føroyum. Hendingin fór fram hjá Posta á Óðinshædd í Havn.

Ecstacy kemur undir hørð rúsevni, og revsingin fyri slíka smugling er hørð. Føroya rættur dømdi, sambært Taks, móttakaran og sendaran av brævinum ávikavist 8 og 14 mánaðir í fongsul.

Avdúkaða nøgdin kundi seljast fyri góðar 200.000 kr. í gøtunum, skrivar Taks víðari.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá kanningardeildini hjá løgregluni til hetta málið, men vildi hon ikki úttala seg.