Av danska filmsskúlanum til føroyska filmshúsið

Tíðindaskriv

07.02.2018 - 12:18

Mentan > List > Filmslist

Tina í Dali Wagner er sett sum fyrsti leiðarin í Filmshúsinum. Tina, sum í mong ár hevur staðið á odda fyri fyri Den Danske Filmskoles Efteruddannelse, tekur við starvinum 1. mars 2018.

Tina í Dali Wagner hevur 25 ára royndir frá Den Danske Filmskoles Efteruddannelse, har hon hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri yrkis filmsfólk úr Danmark og hinum Norðurlondunum.

Saman við stýrinum fyri Filmshúsið, skal Tina í Dali Wagner arbeiða fram í móti at seta Føroyar á heimskortið sum filmsland.

- Millum mongu og góðu umsóknirnar úr Føroyum og útlondunum hava vit valt Tinu í Dali Wagner. Hon er júst tað vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ágrýtni, ið okkum tørvar í strembanini eftir at útinna tær ætlaniranr og uppgávur, ið politiski myndugleikin og føroyska filmsumhvørvið hava álagt Filmshúsinum, sigur Jan Berg Jørgensen, stýrisformaður fyri Filmshúsið.

Sjálv sigur Tina í Dali Wagner:

- Tað er ein frámíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið, so Føroyar kunnu fáa sína egnu fjølmiðlaumferð, ið kann gerast ein natúrligur partur av tilvitanum hjá Føroya fólki. Tað er ein áhugaverd og hugspennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir.

Filmshúsið húsast á Vestaru Bryggju í Tórshavn. Í stýrinum fyri Filmshúsið sita Marjun Niclassen, Jón Hammer og Jan Berg Jørgensen, sum er formaður.