Ásbjørn Nielsson Nattestad, ein av spentu føroysku fjepparunum (Privatmynd)

Av norðurlendsku fótbóltstjóðunum hevur Føroyar fingið flest stig

Niels Petersen

10.10.2016 - 16:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir tvey umfør høvdu Ísland, Svøríki, Finnland, Danmark og Noreg øll verri úrtøku í HM undankappingini. Føroyar, Ísland og Svøríki høvdu gamaní øll fingið fýra stig, men Føroyar er einasta norðurlendska tjóðin, sum onki mál hevur latið inn.

Vit hava spælt móti Ungarn á heimavølli, og har endaði tað 0-0, vit spældu móti Lettlandi á útivølli og vunnu 0-2, og í kvøld verður spælt móti Portugal á Tórsvølli, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer.

Ísland spældi í gjárkvøldið á heimavølli móti Turkalandi, og er nú norðurlendska tjóðin við flest stigum. Við sigrinum í gjár kom Ísland uppá sjey stig.

Ein av spentu fjepparunum er Ásbjørn Nielsson Nattestad. Hann er ikki bara íðin hondbóltsfjeppari hjá Kyndli, men eisini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, og hann er sera spentur til dystin, skrivar hann á facebook vanga sínum. Hann hevur verið og hugt eftir hagtølunum, og hann er komin fram til, at Føroyar flyta seg rættuliga fitt upp eftir styrkislistanum, eftir góðu úrslitini í seinastuni.

Tað hægsta styrkismetingin hjá Føroyum er nummar 74, og hesa náddu vit eftir imponerandi sigrarnar á Grikkalandi í fjør.
 
- Føroyar koma í øllum førum 30 pláss fram til nr. 84 óansæð hvussu úrslitini laga seg hesar komandi dagarnar. Millum londini, sum vera yvirhálaði við vissu eru Noreg, Ísrael, Jameika, Honduras, New Zealand og Kanada, soleiðis skrivar Ásbjørn millum annað á vanga sínum.

Um Føroyar tapa, liggja vit millum nr. 75 og 84. Fáa vit javnleik, liggja vit millum nr. 39 og nr. 68. Og um Føroyar vinnur á Portugal liggja vit millum nr. 30 og nr. 38.