Ávara móti ketsjup frá Rema 1000



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 11:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Brúkaramál

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag fólki móti einum ávísum slagi av ketsjup, ið verður selt í ymsum føroyskum handlum.

Talan er um ketsjup av slagnum ”Rema 1000 tomatketchup”, selt í dunkum á 1000 gramm. Orkla Foods Danmark hevur framleitt vøruna. Framleiðsludagsetingin er 21/06/2017 og 26/07/2017 og haldføri fram til ávikavist 16/02/2018 og 23/03/2018. Vøran hevur Lot numrini 1047846 og 1082953

Vøran verður afturkallað, tí staðfestur er vøkstur av mjólkarsýrubakterium í vøruni. Hetta viðførir luftgerð í dunkunum og vøran gerst óegnað til matnað.

Heilsufrøðiligs Starvsstovan mælir brúkarum til at koyra vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, haðani hon er keypt.