Avengers: Infinity War fimtistørsti filmur nakrantíð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

14.05.2018 - 22:16

Mentan > Undirhald

"Avengers: Infinity War" er nú fimtistørsti filmur nakrantíð.

Tað gjørdist greitt, eftir at filmurin varð frumsýndur í Kina um vikuskiftið. Kina var síðsti marknaðurin, har nýggi filmurin frá Marvel varð frumsýndur, og uppá tað vikuskiftið hálaði filmurin 200 milliónir dollarar heim. 

Filmurin við m.a. Robert Downey Jr. og Chris Evans er sostatt farin langt uppum aðrar vælumtóktar og stórar filmar á topplistanum, m.a. "The Avengers", "Frozen", "Star Wars: The Last Jedi" og "Harry Potter and the Deathly Hallows Part 2". 

"Avengers: Infinity War" yvirhálaði somuleiðis eisini seinasta stóra filmshittið frá Marvel, "Black Panther".

Havnar Bio vísir "Avengers: Infinity War", og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni.