Kyndil skal vinna á H71 í dag, fyri at halda fast í vónini um FM-finalurnar. Seinast liðini hittust, var í setyapafinaluni.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Avgerandi dystur í Hoyvík í kvøld

Agnar Frederiksen

17.03.2018 - 15:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tveir dystir í bestu deildini hjá monnum eru á skránni í kvøld. Báðir dystirnir byrja kl.18.00:

H71 - Kyndil
KÍF - VÍF


Tað er serliga í Hoyvík, at spenningur er, tí har bresta H71 og Kyndil saman. Kyndil er sjey stig aftanfyri H71 og Neistan, sum í løtuni liggja á finaluplássinum. Kyndil hevur tó leikt ein dyst færri enn hesi liðini, og um kyndilsmenn vinna í kvøld, so er framvegis spenningur undan seinastu umførinum. Hinvegin kann H71 næstan 100 % staðfesta finaluplássið við einum sigri. Kyndil vann fyri einum mánaði síðani steypafinaluna ímóti H71, og vann stórsigur í FTZ-deildini í januar, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi.

Í Kollafirði er grannauppgerð. Tað er botnliðið, ið tekur ímóti, og vestmenningar ið eru á vitjan. Tað skal eitt undur til, um VÍF skal røkka finaluplássunum, men teoretiski møguleikin er framvegis har. Hóast VÍF er ellivu stig frammanfyri KÍF á stigatalvuni, so  er lagt upp til spennandi dyst, tí hesar grannauppgerðinar er sum oftast javnar og inntensar. Í november vann KÍF eisini á VÍF í Kollafirði. 

Í morgin er oddaliðið Neistin á vitjan í Klaksvík.

Støðan undan umfarinum

Neistin 29(19 dystir)
H71 29 (19 dystir)
Kyndil 22 (18 dystir)
VÍF 18(17 dystir)
Team Klaksvík 14(20 dystir)
StÍF 11(19 dystir)
KÍF 7(18 dystir)