Avreiðingarnar áleið sum í fjør



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 12:45

>

Avreiðingarnar fyri fyrstu fimm mánaðirnar í 2018 eru ikki nógv øðrvísi enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstova Føroya. Tilsamans eru avreiddar 400 tons meiri í 2018, sum er ein øking á 1,2 %. Virðisøkingin er 4.240.000, sum er ein øking á 1,1 %.

Størsta økingin er í avreiddum rogn, sil og livur og toski. Avreiðingarnar av rogni, sil og livur økt við 228,9% í nøgd og 289,3% í virði. Havast skal í huga, at nøgdin 42 tons í 2018.

Mest áhugaverda økingin er av toski, har nøgdin er økt við 1262 tonsum ella 21,3%. Virðisøkingin er 21,9%.

Illa stendur til við flatfiski, serliga svartkalva. Avreiðingarnar í bólkinum flatfiskur er minkað við 569 tons, tað er ein minking á 26,1%. Virði er minkað við 26,8%. Av flatfiskasløgunum er avreiðingin av svartkalva minkað við 593 tonsum, sum er ein minking á 35,8%. Virði er minkað við 36,8%.