Frágreiðingin verður handað avstralska ríkishøvdinganum, Peter Cosgrove (Mynd: EPA)

Avstralia: Børn í tíggjutúsundatali misnýtt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.12.2017 - 07:02

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í fleiri áratíggjur eru børn í tíggjutúsundatali misnýtt, og stovnar í Avstralia hava als ikki megna at tikið sær av landsins børnum.

Hetta er lemjandi niðurstøðan í eini frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í Avstralia í dag. Í fimm ár hevur ein serlig kanningarnevnd granskað í einum máli um kynsliga misnýtslu av børnum í landinum.

Í frágreiðingini lýsir kanningarnevndin, Royal Commission, umfatandi misnýtsluna sum ein ”tjóðarsorgarleik”, skrivar AFP tíðindastovan.

Myndugleikarnir í Avstralia settu kanningarnevndina í 2012 eftir trýsti í fleiri ár um at fáa kanna ákærurnar um misnýtslu av børnum í katólsku kirkjuni. Nú er kanningararbeiðið liðugt.

Yvir 15.000 offur hava hesi fimm árini sett seg í samband við nevndina, og hava greitt frá um misnýtslu á barnaheimum og skúlum og í kirkjum, ítróttafeløgum og ungdómsfeløgum.

Tilsamans eru yvir 4.000 stovnar skuldsettir fyri misnýtslu – fleiri teirra hava verið undir katólskari leiðslu.

- Fleiri tíggjutúsund børn hava verið kynsliga misnýtt í nógvum avstralskum stovnum. Vit koma aldri at kenna tað veruliga talið, ljóðar niðurstøðan í frágreiðingini.

Sama kanningarnevnd staðfesti longu í februar í ár, at bert eitt lítið tal av teimum 1.265 katólsku prestunum í nonnunum, ið eru skuldsett fyri at hava misnýtt børn í Avstralia í árunum 1950 til 2010, eru kannað.

Sambært nevndini komu í árunum 1980 til 2015 4.444 fráboðanir um seksuella misnýtslu av børnum í Avstralia til kirkjuligu myndugleikarnar.

- Ákærurnar eru óhugaligar. Tað hevur ikki verið lurtað eftir børnunum, og tað, ið verri er: Tey eru revsað. Ákærurnar vórðu ikki kannaðar. Prestar og onnur starvsfólk í kirkjuni vórðu flutt, segði nevndin í februar, sambært AFP tíðindastovuni.

- Og tey støðini, hagar tey vórðu flutt, vistu einki um teirra fortíð. Skjøl vórðu burturbeind. Hulinskapurin sigraði.

Sambært kanningarnevndini var miðalaldurin hjá offrunum 10 ár fyri gentur og 11 ár fyri dreingir.