(Mynd: EPA)

Avstralia: Greiður meiriluti fyri samkyndum hjúnalagi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.11.2017 - 06:57

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ein meiriluti av veljarunum í Avstralia hava atkvøtt ja til at loyva samkyndum at fara í hjúnalag.

Fólkaatkvøðan var vegleiðandi, men avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull sigur, at hann nú fer at senda lógaruppskot til atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum, nú fólkið hevur givið grønt ljós.

61,6 prosent atkvøddu ja, meðan 38,4 prosentat atkvøddu nei.

Fólkaatkvøðan hevur verið umstrídd, tí hon hevur kostað skattaborgarunum 122 milliónir avstralskar dollarar, svarandi til næstan 600 milliónir krónur.

Turnbull er vorðin kritiseraður fyri, vantandi dirvi, tí hann skuldi heldur fingið lógina samtykta í tinginum, heldur enn at senda hana til fólkaatkvøðu, hevur verið sagt. Tað skuldi ikki verið neyðugt at sent málið út til eina dýra fólkaatkvøðu, og noyða samkynd at sannføra fólkið í landinum um teirra rætt, hevur verið sagt.

Allastaðni kring Avstralia hava viðhaldsfólk hjá teimum samkyndu hátíðarhildið valsigurin. Stórar lundir í býum sum Sydney, Melbourne og Brisbane eru skrýddar í ælaboðans litum – teknið um stríð teirra samkyndu fyri líkarætt.

Tjóðartingið skal nú viðgera, hvussu tey skulu broyta hjúnabandslógina, skrivar Ritzau.