Mynd: EPA

Avstraliarar sláa manngarð um teirra muslimsku landsmenn

Hallur av Rana

15.12.2014 - 19:06

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Í kjalarvørrinum av gíslatøkuni í Avstralia, har ein muslimur hevur tikið fleiri fólk til fanga í eini kaffistovu, hevur eitt nýtt frámerkið vunnið fram á sosialum miðlum um allan heim.

Tað eru avstraliarar, ið hava tikið stig til hashtag'ið #IllRideWithYou. Endamálið er at vísa stuðul til teirra muslimsku landsmenn og bjóða seg fram til at fylgja teimum á gøtuni, til arbeiðis, heim ella aðra staðni, so at tey kunna føla seg trygg, nú muslimskur yvirgangur hevur rakt landið.

Sambært The Guardian, so var tað ein kvinna, ið byrjaði hashtag'ið, aftaná hon hevði lisið eina søgu um eina muslimska kvinnu, ið hevði latið seg úr turriklæðinum tí hon var bangin fyri at vera álopin. Í tí hon gjørdi tað, kom ein onnur kvinna yvir til hana, bað hana lata seg í aftur og segði við hana: ”Eg skal fylgja tær.”

Tað er ikki ókent at íbúgvar hava lyndið til at venda sær móti muslimum, tá yvirgangur rakar ymsa staðni. Millum annað greiddu fleiri fólk frá hvussu muslimar og aðrir tilflytarar vóru fyri atsóknum aftaná yvirgangin í Oslo 22. juli 2011. Ikki fyrr enn at norskir miðlar bóru tíðindini, at tað var ein hvítur norðmaður, ið framdi yvirgangin, fingið norskir muslimar og innflytarar aftur frið til at ganga á gøtuni.