(Mynd: EPA)

Avstralskur súkklari spurtaði seg til sigurs

Ingi Samuelsen

12.07.2016 - 17:32

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

25 ára gamli Michael Matthews úr Avstralia vann Tour de France teinin í dag. Eftir ein hvílidag, lá leiðin í dag oman av Pýrinea-fjøllinum við máli í býnum Revel.

Tíðliga í kappingini slapp ein stórur bólkur undan hinum, og við heimsmeistaranum Peter Sagan sum stigtakara, eydnaðist tað rýmingunum at halda allan vegin í mál, uttan at høvuðsbólkurin og liðið hjá Chris Froome gjørdu nakað serligt fyri at fáa teir aftur.

At enda vóru bert fýrs súkklarar eftir, og í einum spennandi spurti eydnaðist tað Michael Matthews, sum súkklar fyri Orica Bikeexchange-liðið, at vinna Peter Sagan og norska Edvald Boasson Hagen.