Azpilicueta hevur havt yvir 2.000 væleydnaðar avleveringar

Ingi Samuelsen

18.05.2017 - 16:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

At enska felagið Chelsea hevur havt eitt av sínum allarbestu árum í ár, við Antonio Conte sum nýggjum venjara, og einum meistaraheiti í skjáttuni, er tað eingin, ið mótmælir.

Nógvir góðir leikarar eru á liðnum, sum eiga heiðurin fyri góða úrslitið. Ein teirra er spanski verjuleikarin, Cesar Azpilicueta. Ikki tí at hann hevur spælt allar dystir fyri Chelsea í ár og skorað tvey mál.

Men hagfrøðingar hava nú gjørt upp, at Azpilicueta er tann leikarin av øllum, ið hevur havt flestar reinar avleveringar av øllum í Premier League.

Undan seinasta dysti, sum verður spældur leygardagin, hevur Azpilicueta havt 2040 avleveringar, og hann er tann fyrsti, sum er farin upp um 2.000 í einum kappingarári, skrivar The Mirror.

Tað er eisini sermerkt, at 27 ára gamli spaniumaðurin er einasti verjuleikarin á listanum yvir teir 10 leikararnar, ið hava havt flest avleveringar. Hinir eru allir miðvallarar.

  1. Cesar Azpilicueta, Chelsea, 2.040
  2. Granit Xhaka, Arsenal, 1.921
  3. Paul Pogba, Manchester United, 1.816
  4. Ander Herrera, Manchester United, 1.815
  5. N'Golo Kanté, Chelsea, 1.783
  6. Harry Arter, Bournemouth, 1.767
  7. Jordan Henderson, Liverpool, 1.767
  8. Fernandinho, Manchester City, 1.761
  9. David Silva, Manchester City, 1.695
  10. Mesut Özil, Arsenal, 1.681