B36-leikarar fegnast eftir 1-0 málið. B36 vann 2-0 á einum skerdum NSÍ-liðið. Liðini hittast aftur í steypafinaluni um tíggju dagar. (Mynd: Sverri Egholm)

B36 bjóðar av álvara av í oddinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

16.08.2017 - 20:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B36 vann 2-0 á NSÍ í framskundaða dystinum í Gundadali í kvøld. Talan var um sjeynda sigurin á rað hjá B36, ið nú bert er eitt stig aftanfyri Víking, ið er oddalið.

B36 var fullmannað, meðan NSÍ var skert til dystin. Tríggir av føstu monnum hjá NSÍ vóru ikki tøkir í kvøld. Árni Frederiksberg, Bárður J. Hansen og Betuel Hansen sótu allir uttanfyri. Anders Gerber hevði valt at spæla við einari 5-3-2 leikskipan, og ætlanin hjá NSÍ sá út til at vera at standa djúpt og kompakt, og síðani verða vandamiklir uppá umstillingar.

Hetta riggaði sera væl í fyrra hálvleiki. B36 var greitt omaná leikliga. Heimaliðið flutti bóltin nógv runt, men uttan at skapa nakað nevnivert. NSÍ hevði eitt sera verjukent útgangsstøði, og runavíkingar vóru disiplineraðir og skapti eisini nakrar vandamiklar støður uppá umstillingar. Tað vóru tó fáir møguleikar, og tað var 0-0 í hálvleikinum.

B36 kom á odda beinanvegin í 2. hálvleiki. Eitt gott horna varð lagt innfyri úr høgru frá Christian R. Mouritsen. Tað kom tætt uppá málið, og Símun Rógvi Hansen var undir trýsti og boksaði bóltin í egið mál, og so var 1-0. Dystarmyndin broyttist ikki so nógv eftir hetta. NSÍ royndi til tíðir at koma longri fram á vøllin, og runavíkingar høvdu eisini onkrar støður. Men B36 hevði fínt tamarhald á dystinum, og tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi heimaliðið dystin. NSÍ misti bóltin á hálvuni hjá B36. Alex Mellemgaard sendi Patrik Johannesen avstað. Hann rann frá verjuni, kom inní brotsteigin frá vinstru, og lyfti bóltin hegnisliga uppum Símun Rógva.

Eftir hetta hendi ikki so nógv, og B36 koyrdi sigurin trygt heim. Í báðum málunum vildi NSÍ hava fríspark. Við tað fyrra vildi Símun Rògvi verða við, at hann varð trýstur av Lukasz, og við tað seinna málið vildu NSÍ-leikararnir hava at veittra var fyri rangstøðu.

Sunnudagin verður veruligur oddadystur, tá B36 spælir í Sarpugerði. Tað er sum sagt bara eitt stig, ið skilur liðini, men B36, ið nú er á øðrum plássi, hevur spælt ein dyst fleiri. NSÍ skal royna at reisa seg á heimavølli ímóti EB/Streymur.

20.umfar(framskundaður dystur)

B36-NSÍ 2-0(0-0)
48.min: Sjálvmál
79.min: Patrik Johannesen

B36(4-2-3-1): Tórður Thomsen- Høgni Eysturoy(60.min - Erlendur Magnusson), Oddmar Færø(L), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard - Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen- Christian R. Mouritsen(67.min - Benjamin Heinesen), Lukasz Cieslewicz(82.min - Magnus Holm Jakobsen) , Meinhard E. Olsen- Patrik Johannesen

NSÍ(5-3-2): Símun Rógvi Hansen- Jann J.
Benjaminsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard(82.min - Andri Benjaminsen), Einar Tróndargjógv – Mórits Heini Mortensen(60.min - Jonleif Højgaard), Karl A. Løkin, Pól Johannes Justinussen(87.min - Haraldur R. Højgaard)- Klæmint A. Olsen(L), Petur Knudsen