Dan Brimsvík

B36: Dan leiðir Adidas Pro Camp í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.04.2018 - 06:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eins og undanfarnu ár er tað Dan Brimsvík, sum hevur ábyrgdina av ítróttarliga innihaldinum á fótbóltsskúlanum. Niðanfyri greiðir hann eisini frá, hvat hann væntar av fótbóltsskúlanum í summar.

U14 venjarin hjá Lyngby BK kemur at vera rundan um venjingarnar hjá øllum aldursbólkunum og hevur hann samstundis ábyrgdina av at tryggja, at ítróttarliga innihaldi samsvarar við krøvini hjá Pro Camp.
Lyklaorðið er kvalitetur, og fyri at tryggja okkum kvalitet, er tað avgerandi, at allar venjingarnar hava greið læringsmál og ein greiðan venjingarhátt – samstundis sum tær samsvara við heildarætlanina hjá fótbóltsskúlanum. Við Dan á odda er einki at ivast í, at vit kunnu standa á mál við hesum.
Dan Brimsvík er also fjórði venjarin, sum kemur úr Danmark til Føroya í samband við Adidas Pro Camp 2018.

Sterkur venjarabólkur
Dan Brimsvík fegnast um, at tað heilt tíðliga eydnaðist at fáa venjaratoymið, sum kemur úr Danmark, uppá pláss. Harafturat gleðist hann um støðið á venjarunum, sum vit fáa til Føroya.

- Vit hava verið sera hepnir, at tað hevur eydnast okkum at fáa hesar tríggjar venjararnar til Føroya. Tað er einki at ivast í, at fakliga er hetta sterkasta samansetingin, sum vit hava sæð higartil á Adidas Pro Camp.

Hann leggur afturat, at stóri áhugin fyri fótbóltsskúlanum, og tað at fótbóltsskúlin er víðkaður soleiðis at hann nú eisini fevnir um U15 gentur, hevur sett stór krøv til at finna fleiri dugnaligir venjarar.

- Stóri áhugin fyri fótbóltsskúlanum setir stór krøv um at finna fleiri venjarar, sum eru dugnaligir. Hetta arbeiði hevur gingið yvirraskandi gott, og í løtuni eru 12 venjarar knýttir at fótbóltsskúlanum. Harafturat kann væntast at tað koma fleiri, samstundis sum vit aftur í ár eisini fáa gleði av fleiri gestavenjarum.

B36