Símun Joensen saman við formanninum í ungdómsnevndini Heina H. Poulsen
(Mynd: B36.fo)

B36 hevur longt við høvuðsungdómsvenjaran: Hetta er eitt ógvuliga spennandi starv


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

14.07.2017 - 19:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B36 kunngjørdi í dag á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við høvuðsungdómsvenjaran Símun Joensen.

Sambært heimasíðuni hjá B36 hava partarnir eftirmett samstarvið, sum byrjaði í vetur, og bæði ungdómsdeildin og Símun Joensen vildu leingja um samstarvið. Sáttmálin er galdandi til og við 2019, og felagið fegnast um hetta.

Símun Joensen er klaksvíkingur, ið hevur umboðað KÍ og B36 í Effodeildini sum leikari. Hann var við at vinna FM við B36 í 2011 og 2014. Í 2015 var hann hjálparvenjari hjá KÍ. Hann er eisini glaður fyri, at samstarvið við B36 heldur fram, og setur soleiðis orð á háttin, sum arbeitt verður uppá í felagnum:

- B36 er eitt sera væl skipað felag, har nógv verður gjørt fyri at tryggja góðar karmar til ungdómin. Vit hava sera dugnaligar venjarar í øllum aldursbólkum – bæði hjá gentum og dreingjum. Vit hava lagt okkum eftir, at bæði kynini og øll í hvørjum aldursbólki fáa góða venjing. Vit vita, at breiddin er avgerandi, tá ið talan er um ungdómsfótbólt. Umframt hetta, so verður skipað fyri “Meir-venjing” til leikarar, sum møta væl upp til venjing og vísa góðan hugburð. Hetta er bæði hjá gentum og dreingjum, sum eru um 11-14 ár.

Símun fegnast eisini um umstøðurnar og øll fólkini sum hjálpa til í B36 á ymsan hátt, og hann vísur á, at til dømis tiltøkini sum B36 hevur skipað fyri nú í summar, eisini gera uppgávuna uppaftur meira stuttliga og spennandi:

- Trivnaðurin og hølis- og arbeiðsviðurskiftini eru eisini sera góð. Somuleiðis er tað sera hugaligt at uppliva, at øll sum hava hvítt blóð í æðrunum, eru við til at stuðla so ella so. Man merkir, at í B36 eru nógv fólk sum veruliga brenna fyri felagsskapinum. Vit hava eisini júst skipað fyri Summar Cup og Pro Camp, sum hava verið tvey áhugaverd og stuttlig tiltøk, har afturmeldingin hevur verið jalig. So tað er ógvuliga spennandi at verða høvuðsungdómsvenjari í B36.