B36 vann 2-0 á NSÍ í seinastu viku. (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur takið á NSÍ - er lítil favorittur

Agnar Frederiksen

26.08.2017 - 15:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Kl.19.45 verður brakið á Tórsvølli, sum Fótbólts Føroyar hevur bíða eftir. B36 og NSÍ bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið.

Veddingarfyritøkurnar hava B36 sum lítlan favoritt. Tildømis hevur Nordic Bet odds 2,25 uppá B36, 2,80 uppá NSÍ og 3,45 uppá javnleik eftir 90 minuttir.

Um hugt verður eftir seinastu fimm innanhýsis dystunum, so hevur B36 verið omaná. B36 hevur vunnið tríggjar dystir av hesum. Allar tríggar í Gundadali. NSÍ hevur vunnið ein dyst við Løkin, og ein er endaður við javnleiki. 

16-08-2017: B36 - NSÍ 2-0
29.05-2017: NSÍ - B36 1-1
02.10-2016: B36 - NSÍ 2-0
23.06-2016: NSÍ - B36 2-1
21-06-2017: B36 - NSÍ 3-1

Hjá NSÍ eru profilarnir Árni Frederiksberg og Bárður Hansen ivasamir.

Á middegi vóru næstan 3000 atgongumerki seld.

Petur Reinert dømir finaluna.

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis og FSF stroymir hann. Vit fylgja dystinum og fylgja upp aftaná.