Benjamin Heinesen og B36 vóru greitt omaná í dag, og eru í steypafinaluni


(Mynd: Sverri Egholm)

B36 spældi seg í steypafinaluna á sannførandi hátt

Agnar Frederiksen

13.06.2018 - 15:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
B36 er í steypafinaluni annað árið á rað og verður annað av finaluliðunum á Tórsvølli seinast í august. Hetta er greitt, eftir at B36 vann 4-0 við Stóra fyri lítlari løtu síðani.

Jákup á Borg og hansara menn høvdu eina 4-2 leiðslu við sær suður. Uppgávan var ikki vónleys hjá TB/FCS/Royn, men Suðringar skuldu skora minst tvær ferðir, og helst halda B36 vekk frá at skora. Hetta eyndaðist als ikki.

B36 avgjørdi dystin innanfyri tíggju minuttir í 1.hálvleiki. Leiðslumálið kom í 18.minutti, tá Kaimar Saag fekk prikað bóltin til Benjamin Heinesen inni í brotsteiginum. Hann skoraði trygt, og so skuldi heimaliðið hava minst trý mál. B36 hevði greiða yvirvág, og helt TB/FCS/Royn væl frá møguleikum. Kaimar Saag økti til 2-0 í 25.minutti, tá estiski áleyparin kundi seta bóltin í eitt opið mál eftir gott flatt innlegg frá Meinhard E.Olsen. Longu í næsta álopinum gjørdist 3-0. B36 fekk horna, og liðformaðurin Odmar Færø kundi ótarnaður stútað innleggið frá Lukasz Cieslewicz í málið. 7-2 til havnarmennirnar og uppgerðin avgjørd.

Suðringar royndu at svara aftur, men talan var um eitt B36-lið, ið stýrdi dystinum væl og hevði fult tamarhald á støðuni. 4-0 málið kom tíggju minuttir inn í 2.hálvleik, tá eitt vælspælt gjøgnumbrot í vinstru endaði við, at Kaimar Saag gjørdist tvífaldur málskjútti. Útiliðið var fleiri ferðir nær við at økja meira, men tað endaði tilsamans 8-2 til B36.

B36 vísti, at har er greiður munur á liðunum, og til tíðir var spælið hjá teimum hvítuklæddu úr Havn sera gott. Sunnudagin er grannauppgerð í Gundadali, og talan er um ein lykladyst fyri B36. Tað verða helst eisini B36 og HB, ið koma at hittast í steypafinaluni. HB og AB spæla seinnu hálvfinaluna á Argjum, har fyrsta bríksl er klokkan 18.00. HB hevur eina 2-0 leiðslu frá fyrra dystinum. 

Suðringar megnaðu at basa bæði KÍ og Víking á vegnum til hálvfinaluna. So hóast B36 var ov sterkt yvir tveir dystir, so hevur talan verið um sera flott avrik hjá Glenn Ståhl og hansara monnum í steypakappingini.

TB/FCS/Royn - B36 0-4(0-3) 2-8 tilsamans